Unn Dam hevur í dag fingið Kongens fortjenstmedalje og gullheiðurstekin frá Tórshavnar kommunu fyri trúgva tænastu í samfull 40 ár.
Tað var 8. februar í 1986, at Unn Dam sum 17 ára gomul byrjaði sum hjálparfólk á Ellisheiminum, og har hevur hon verið síðani.
Elsa Berg, borgarstjóri, handaði heiðrarnar og segði:
“Góða Unn.
Tann 8. februar í 1986 byrjaði tú sum ung genta sum hjálparfólk á Ellisheiminum.
Í dag, 40 ár seinni, ert tú framvegis á Ellisheiminum, har tú hevur verið øll hesi árini uttan slit – burtursæð frá teimum trimum ferðunum, tú hevur verið í barnsburðarfarloyvi.
Tú verður lýst sum ein sera positivur persónur, sum hevur eina góða ávirkan á tey, tú arbeiðir saman við. Tú er eisini ógvuliga álítandi og røkir títt arbeiði til lítar.
Tú er væl dámd millum búfólkini eins væl og millum starvsfelagarnar, og tú dugir eisini væl at læra nýggj starvsfólk upp, tí tú hevur so drúgvar royndir og kennir Ellisheimið so væl.
Harumframt ert tú altíð fús til at sjálv at læra nakað nýtt við at fara á skeið ella til undirvísing, og tá tú so hevur nomið tær nýggja vitan, deilir tú hana fegin við tínar starvsfelagar.
Góða Unn.
Vegna Tórshavnar kommunu vil eg fegin takka tær fyri trúgva tænastu í samfull 40 ár. Vit eru takksom fyri, at tú hevur valt at geva tína orku og tíni evnir til okkara eldru, og at tú hevur verið so væl um tey øll hesi árini.
Tað skal vera mær ein heiður at handa tær “kongens fortjenstmedalje”, sum tú so ríkiliga hevur uppiborið. Hjartaliga til lukku.”
