Ongi úrslit

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

Áki Bertholdsen
5. februar kl. 07:44

Seint seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi á vegastrekkinum ímillum Havnina og Velbastað. Óhappið var hent beint sunnan fyri Velbastaðháls.

Løgreglan sigur, at har hevði ein bilur, sum var á veg vestureftir ímóti Velbastað, blinka til síðina og stóð stillur.

Tveir bilar, sum komu aftan á, koyrdu framvið, men tann triðið rendi við ferð upp í reyvina á parkeraða bilinum.

Løgreglan sigur, at talan var um eitt ógvusligt óhapp og bæði løgregla og sjúkrabilur komu á staðið.

Eitt fólk í tí parkeraða bilinum, fór á Landssjúkrahúsið, men løgreglan veit ikki, hvussu støðan er.

Báðir bilarnir fóru so mikið illa, at teir fingu ikki koyrt, men máttu flytast burtur.

Løgreglan sigur, at har var ófantaligt veður og ringt sýni og tey fara nú at kanna, umstøðurnar í sambandi við óhappið.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

18 tímar síðan

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

9. mars kl. 10:16