Ongi úrslit

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

Hevur verið stjóri fyri World Childhood Foundation

© World Economic Forum
Jóhanna Højgaard
3. februar kl. 17:00

Joanna Rubinstein, sum higartil var forkvinna í svenska UNHCR, hevur sagt seg úr starvinum eftir Epstein-málið. Hetta váttar Ulrika Belin, samskiftisleiðari fyri deildina í Svøríki við Expressen.

Hon leggur frá sær eftir at samskifti millum hana og Epstein var avdúkað í teimun mongu skjølunum, sum sóu dagsins ljós fríggjadagin. Har sæst at hon saman við familjuni hevur vitjað Epstein á hansara privatu oyggj.

Epstein var longu í 2008 dømdur fyri at hava handlað unga gentur. Hann sat tá inni í13 mánaðir.

Í einum telduposti frá 26. desember 2012 takkaði Joanna Epstein fyri hansara gestablídni:

- Túsund takk fyri ein frálíkan døgurða og ein seinnapart í paradis. Tað var ein eyka gleði fyri meg, at endiliga hitta teg persónliga, skrivaði hon.

Trý ár eftir vitjanina á privatu oynni gjørdist Joanna Rubinstein stjóri á amerikansku deildini hjá felagsskapinum World Childhood Foundation, sum berjist ímóti kynsligum ágangi móti børnum.

Samrøðu við Joannu um kynsligan ágang móti børnum.

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Tað er rein satanisma

Í gjár kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14