Ongi úrslit

United States Coast Guard á vitjan

Høvdu áhuga fyri amerikonsk ferðafólk sum vitja Runavíkar havn

Jóhanna Højgaard
17. sepember kl. 20:00

United States Coast Guard var, saman við MRCC og Arktisk Kommando, og vitjaði Runavíkar havn mánadagin 15. september.

Tey vóru í Føroyum fyri at styrkja sambandið við føroyskar samstarvspartar, ið hava við USA at gera.

Serliga høvdu umboðini í United States Coast Guard, áhuga fyri tey amerikonsku ferðafólkini sum vitja Runavíkar havn við stóru ferðamannaskipum.

Umboðini vóru víst runt á havnarøkinum og tá ferðamannaskipið Artania frá Phoenix Reisen lá við bryggju, fingu tey eisini møguleika at síggja sjálvi, hvussu trygdarviðurskiftini eru skipaði á økinum.

Hettar skrivar Runavíkar havn n á Facebook.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47