Í dag hevði Uni Næs dómpróstur fráfaringarguðstænastu í Nólsoy. Hann fer úr kallinum ein mánað eftir nýggjár, og tað er greitt, at Maria Jørðdal Niclasen verður nýggjur dómpróstur.
Dómprósturin er sóknarprestur í eystara prestagjaldi í høvuðsstaðnum, og umframt Havnar kirkju hoyrir kirkjan í Nólsoy til prestagjaldið.
Í morgun varð boðið til morgunmat í missiónshúsinum í Nólsoy undan guðstænastuni.
Uni hevur verið próstur og harvið eisini prestur í Nólsoy síðani 1. februar í 2010.