Ongi úrslit

Ungur bilførari misti koyrikortið á staðnum

Fimm bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra alt ov skjótt - og tveir vórðu tiknir av øðrum orsøkum

Áki bertholdsen
8. mai 2024 kl. 07:50

Í gjár var løgreglan í Klaksvík og á Skálafjørðinum og kannaði ferðsluna. Løgreglan var í bygdum øki har tað er loyvt at koyra 50. Og úrslitið var, at fimm bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra alt ov skjótt. 

Í Klaksvík koyrdu tveir bilførarar 79 og 82 kilometrar um tíman og tað fáa teir klipp í koyrikortið fyri, umframt at teir fingu bót. Og harafturat fekk ein bilførari eisini bót og klipp í koyrikortið, men tað var fyri at hava eitt barn sitandi leyst í bilinum.

Á Skálafjørðinum fingu tveir bilførarar bæði klipp og bót fyri at koyra ávikavist 74 og  81 kilometrar um tíman. 

Men verri var hjá einum ungum bilførara, tí hann koyrdi heilar 87 kilometrar um tíman, so umframt at hann fær bót, misti hann eisini koyrikortið á staðnum og fekk koyriforboð, so hann mátti lata bilin standa og fáa onkran annan at koyra. 

Her var talan um ein ungan bilførara, sum hevði havt koyrikortið í styttri enn trý ár. Tey fyrstu trý árini, eini hevur koyrikort, eru ein royndartíð og tá skal nógv minni til enn annars, at missa koyrikortið aftur. 

Somuleiðis varð ein bilførari tikin og skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Blóðroynd er tikin av honum og úrslitið av henni verður so avgerandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53