Ongi úrslit

Ungt par tikið fyri at smugla hassj til Føroya

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tá ið eitt flogfar kom til Føroya í gjár, fingu tollararnir á flogvøllinum illgruna um at eitt ungt par smuglaði rúsevni.

Tey vórðu 18 og 20 ár og tey vórðu tikin til viks, og løgd í skannaran á Landssjúkrahúsinum.

Tað vísti seg, at hald var í illgrunanum, tí bæði høvdu posar við rúsevnum innvortis.

Ein tummilsregla er, at tann, sum smuglar meiri enn 80 gramm av hassji, fer í fongsul. Løgreglan veit ikki, hvussu nógv talan var um í hesum føri, men talan var um munandi meiri enn 80 gramm av hassji.

Løgreglan sigur, at tá ið kvinnan varð skannað, sóu løgreglan okkurt annað, sum var illgrunasamt, sum  einki hevði við smuglingina at gera, men tí varð hon innløgd til í dag.

Maðurin, sum varð handtikin og førdur á løgreglustøðina.

Bæði hava »avreitt«, tað tey høvdu smuglað innvortis og tí eru tey leyslatin aftur og tey eru farin aftur til Danmarkar í dag.

Tey eru skuldsett fyri at smugla hassj til Føroya við sølu fyri eyga og málið kemur so fyri seinni.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12