Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Runavík, har tveir unglingar á skutara stoyttu saman.
Løgreglan sigur, báðir skutararnir koyrdu sama veg, men teir koyrdu tætt, og brádliga stoyttu teir saman.
Løgregla og sjúkrabilur fóru á staðið, og báðir førararnir fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar - men teir sluppu frá óhappinum uttan mein.
Hinvegin sigur løgreglan sigur, at tann, sum eigur annan skutaran, fær bót fyri at hava latið ein, sum ikki hevur aldur at koyra skutara, sleppa at lána hann.