Leygardagin 19. oktober verður finalan í Arctic Young Chef 2024 kokkakappingini hildin í stórslignu konsert- og ráðstevnuhøllini Harpa í Reykjavík.
Glæsiliga tiltakið verður partur av tignarligu Artic Circle ráðstevnuni, har dentur verður lagdur á arktisk viðurskifti, innovasjón og samstarv í norðaru økjunum.
Arctic Young Chef kappingin hevur savnað evnaríkar ungar kokkar úr teimum fýra NORA-londunum: Íslandi, Grønlandi, Føroyum og Noregi. Økisvinnararnir, sum skulu dystast í finaluni eru:
Lars Abelsen úr Grønlandi
Runar Helgeland úr Noregi
Sebastian Jiménes Garcia úr Føroyum
Andrés Björgvinsson úr Íslandi
Finalistarnir skulu vísa sínar matlistarligu førleikar, við at gera rættir, ið lýsa ríku og burðardyggu rávørurnar í arktiska køkinum. Teir fara at arbeiða við neyvt úrvaldum tilfari úr teimum arktisku londunum, eitt nú:
Forrættur: Saltfiskur, smakkaður til við tara úr Føroyum.
Høvuðsrættur: Lambshjarta og lambshálsur, við berum úr Noregi og øli úr Grønlandi.
Omaná: Rabarbur, saman við skyr úr Íslandi.
Hetta tilfar speglar serstaka smakkin og karakterin í arktiska økinum og byggir á virðini í Artic Young Chef kappingini, sum leggur dent á rávørur, ið antin ikki vera nóg nógv nýttar, ella sum, hóast tær eru lættar at fáa fatur á, ikki eru so høgt í metum. Teir fýra finalistarnir skulu millum annað brúka síni skapandi evni til at koma við einum nýggjum uppskoti til vælumtóktu rabarbudessertirnar, ið vera so nógv brúktar í økinum.
8 hepnir luttakarar á Arctic Circle-ráðstevnuni fáa ein einastandandi møguleika at uppliva tað, sum finalistarnir skapa. Lutakast verður, har hepnu vinnararnir fáa møguleika at smakka spennandi matskránna hjá einum av finalistunum. Luttakararnir fáa harvið høvi at smakka tað fremsta í arktiskari matlist.
Vit gleða okkum at bjóða bæði finalistum og luttakarum vælkomin til eitt ógloymandievent, ið verður fult av smakkiupplivingum, mentan og matlistarligari innovasjón.
NORA (Nordisk Atlantsamarbejde) skipar fyri Artic Young Chef í samstarvi við kokkaskúlan í Kópavági í Íslandi, Arktiskt Mat í Mosjøen í Noregi, Hotel Arctic í Ilulissat í Grønlandi og kokkaskúlanum í Klaksvík.