Løgreglan sigur, at í seinastuni hava tey fleiri dømi um, at ungir dreingir á skutara koyra aftan á løgreglubilum fyri at arga.
Løgreglan sigur, at teir vita, hvat teir gera, tí teir koyra aftan fyri løgreglubilin, so at nummarplátan ikki sæst. Í summum førum hava skutararnir onga nummarplátu og í øðrum førum er hon boygd so at hon ikki kann lesast.
Løgreglan sigur, at tey vilja ikki spæla við og royna at fanga tey ungu, tí tá ið løgreglubilurin snarar eru skutara-dreingirnir skjótir at sleppa sær til rýmingar.
Men í nátt var ein av hesum dreingjunum tikin. Hann var undir 15 ár og hevði sostatt heldur ikki koyrikort til skutara. Hann var heldur ikki heilt edrúur.
Men løgreglan sigur, at tá ið hann varð tikin, speedaði hann upp, so skutarin fór undan honum og rakti ein mann, sum av tilvild kom fram við.
Hann fekk ikki skaða, men løgreglan sigur, at hetta er skrássett sum eitt ferðsluóhapp har rúsdrekka var uppi í.
Samstundis fáa tey sær eitt ordiligt prát við dreingin og foreldrini um, at løgreglan skal hava arbeiðsfrið.