Ongi úrslit

Ungdómsflogbólturin er góður í Sørvági

Bónuskappingin gentur 12: SÍ-KÍF 2-0 (25-10, 25-18)

Flogbóltssamband Føroya
25. februar 2024 kl. 16:25

Ongin ivi hevur í nógv ár verið um, at SÍ hevur eitt avbera gott ungdsómsarbeiði í flogbólti, og at nógvir gávuríkir ungir leikarar koma úr Sørvági og úr Vágum. 

Ein av teimum avbera stóru talentunum, sum føroyskur flogbóltur og sørvingar eiga, er Anna Katrina í Haraldstovu.

Anna Katrina og hinar genturnar úr SÍ vunnu í dag greiðan sigur á KÍF, og eru harvið vinnarar av Bónuskappingini 2024 fyri gentur 12. Væntast kann, at føroyski flogbóltsheimurin fer at hoyra munandi meira um Onnu Katrinu.

KÍF liðið, sum í dag tapti ímóti SÍ, er í stóran mun skapt av eini eldsál og mammu, Iris Johnsson, sum fyri fáum árum síðani byrjaði at arbeiða sum venjari við einum sera lítlum árgangi í Kollafirði.

Í ár megnaði hon at fáa hesar genturnar til finalurnar í Bónus steypakappingini.

Dagsins leikari í dystinum gjørdist ikki óvæntað Anna Katrina í Haraldstovu.

 

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44