Ongi úrslit

Ung vilja IKKI hava valrætt fyrr enn tey eru 18 ár

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Sum støðan er nú, skulu fólk vera 18 ár fyri at sleppa á val at velja kommunustýri, løgting fólkatingslimir, ella, hvat tað skal vera.

Men onkuntíð hevur spurningurin reist seg um tað ikki hevði verið rætt at lækka valaldurin.

Á ungdómstinginum, sum er í Løgtinginum  hesar dagarnar, er eitt uppskot til viðgerðar um at lækka valaldurin til kommunuval, niður í 16 ár.

Tað eru næmingar á Skúlanum á Fløtum, sum hava lagt hetta uppskotið fyri Ungdómstingið.

Endamálið er at geva ungum møguleika at velja á kommunuvali, har avgerðir beinleiðis ávirka teirra gerandislív.

– Kommunuval snúgva seg millum annað um skúlar, bussleiðir, ítrótt, frítíðarhús, ungdómshús, gøtur, ljós, rusk og spælipláss og hetta eru øki, sum ávirka ung hvønn dag, siga tey

– Hetta ger kommunuval til eitt hóskandi fyrsta stig til at venja seg við at brúka atkvøðurættin, siga tey.

Tey vísa eisini á, at ung gjalda eisini skatt og verða rakt av politiskum avgerðum, og ein grundregla í fólkaræðinum er at tey, sum rinda skatt skulu eisini hava ávirkan.

– Fólkaræðið verður styrkt, tí ung, sum fara at atkvøða fyrr, halda oftari fram at atkvøða seinni í lívinum. Hetta styrkir valluttøkuna og fólkaræðisligu vanarnar halda næmingarnir á skúlanum á Fløtum.

Somuleiðis vísa tey á, at í Eysturríki, Skotlandi og í Wales, er valaldurin lækkaður niður í 16 ár. Og Bretland arbeiðir við einum lógaruppskoti um at lækka valaldurin til 16 ár í øllum valum fyri at styrkja fólkaræðið og økja um luttøkuna hjá ungum.

Mæla frá at samtykkja tað

Men tað er ikki undirtøka fyri hesum á Ungdómstinginum. Rættarnevndin hjá Ungdómstinginum hevur viðgjørt málið og tey eru fullsamd um at mæla frá at tað verður samtykt.

Ein samd nevnd heldur nevniliga, at ung undir 18 ár eru ikki nóg búgvin at verða vald, ella til at velja til kommunuval.

– Vit verða ikki myndug, fyrr enn vit fylla 18 ár, og tað hongur ikki ordiliga saman, at 16 ára gomul skulu fáa so stóra ábyrgd, sum tað er at sita og bestemma í eini kommunu, samstundis sum tey til dømis ikki kunnu keypa rúsdrekka ella koyra bil, siga tey.

Nevndin er tó samd um, at allar kommunur áttu at havt eitt ráðgevandi ungdómsráð, sum hevði fund við kommunustýrið nakrar ferðir um árið, soleiðis at teir gomlu politikararnir fingu hugskot frá teimum ungu um, hvat rørir seg ímillum ung, og hvat manglar at verða gjørt í kommununi á teirra øki.

– Tað hevði eisini verið ein góður møguleiki hjá ungum at vant seg við at luttaka í kommunalpolitikki, sigur Rættarnevndin hjá Ungdómstinginum.

Og tá ið Ungdómstingið atkvøddu í málinum, var stórur meiriluti fyri at ung undir 18 ár eiga ikki at hava valrætt. Bara seks tinglimir atkvøddu fyri at 16 ára gomul skuldi fáa valrætt og 26 vóru ímóti.

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40