Ongi úrslit

Ung og gransking hægstu raðfesting á donsku fíggjarlógini

Anna Falkenberg
23. oktober 2025 kl. 19:00

Í uppskotinum til fíggjarlógina fyri 2026 hevur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, gjørt avtalu við donsku stjórnina fyri 30 milliónir krónur. Dentur verður lagdur á gransking og at samansjóða ungdómin í Ríkisfelagsskapinum.

Í semjuni eru heili 20,5 mió. kr. settar av til at menna Sjómaq-verkætlanina, sum hevur til endamáls at samansjóða ungdómin í Ríkisfelagsskapinum. Harumframt verður stuðulin til háskúlauppihald í Ríkisfelagsskapinum uppraðfestur við 1,8 mió. kr.

“Tað hevur stóran týdning at basa fordómum millum londini í Ríkisfelagsskapinum. Ríkisfelagsskapurin krevur samanspæl, og kunnleiki landanna millum er eitt stig á leiðini”, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

Spenta geopolitiska støðan, og veðurlagsbroytingar kenna ikki landamørk. Tískil er tað gleðiligt, at játtanin til gransking í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki, og havgransking verða løgd í eina trygga legu fram til 2029.

Tilsamans eru 7,7 mió. kr. avsettar til gransking í semjuni.

“Eg eri fegin um, at tær verkætlanir, eg havi fingið pening til vega hesi seinastu árini, eru komnar í eina fasta legu. Serliga tá hugsað verður um, at hetta er seinasta fíggjarlógin hjá hesi stjórnini”, sigur Anna Falkenberg.

Afturat játtanini er avtalað at kanna, um ríkisstovnarnir í Føroyum eisini kunnu flagga við Merkinum á almennum flaggdøgum saman við Dannebrog.

Tær 30 mió. kr., sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt semju um, eru býttar soleiðis:

20,5 mió. kr. til menning av Sjómaq-verkætlanini

6,3 mió. kr. til havgransking

1,4 mió. kr. til gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjugransking

1,8 mió. kr. til uppraðfesting av stuðuli til háskúlauppihald í ríkisfelagsskapinum

Mest lisið hesa vikuna

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Bjørk boykottast

Í gjár kl. 21:01

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

15 tímar síðan

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19