Ongi úrslit

Ung eru ósamd um forboð ímóti snildfonum og sosialum miðlum

Hesar dagarnar eru tað ungdómar, sum manna Løgtingið
Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Skal tað verða bannað hjá børnum og ungum undir 15 ár, at hava snildfon og at vera á sosialum miðlum?

Tað var eitt evni, sum var til umrøðu á Ungdómstinginum í morgun.

Hesar dagarnar eru tað ung úr øllum landinum, sum manna Løgtingið og eitt mál tey hava viðgjørt, er eitt uppskot frá 8. flokki á Skúlanum við Løgmannabreyt um at seta 15 ára aldursmark á fyri at hava snildfon og fyri at vera á sosialum miðlum.

– Børn og ung brúka ov nógva tíð á skermi, staðfesta tey í 8. flokki í skúlanum á Løgmannabreyt.

– Tað ger, at tey fáa minni tíð til at vera saman við vinum, spæla úti og læra, leggja tey afturat.

Tey siga, at fleiri kanningar vísa, at ov nógv skermbrúk kann elva til angist og tað kann eisini gera tað torført at hugsavna seg í skúlanum.

Tey mæla til, at vit taka hetta í álvara og eitt aldursmark upp á 15 ár, kann hjálpa føroyskum børnum og ungum at fáa betri sálarheilsu og styrkja trivnaðin millum børn og ung.

Tað fer eisini at gera tað lættari hjá foreldrum at seta mørk og trýstið á foreldur um at geva børnum snildfon, minkar.

Tað eru fleiri tinglimir á Ungdómstinginum, sum taka undir við tí, og summi staðfestu, at tey vóru alt ov lítil tá ið tey fingu snildfon.

Men tað er ikki semja um tað á ungdómstinginum. Summi vísa á, at longu nú er samstarv ímillum fleiri skúlar og foreldur um snildfonir. Tey vísa eisini á, at foreldur kunnu stilla telefon og teldur inn, so at børnini ikki sleppa framat tilfari, foreldrini ikki vilja hava at tey skulu síggja.

Tey halda eisini, at foreldrini eiga at taka størri ábyrgd fyri, hvat børnini brúka snildfonir, og sosiala miðlar til.

Men so vóru tað eisini tey, sum tóku undir við, at aldursmark verður sett á, men tey halda, at tað eigur at vera lægri enn 15 ár.

Onkur heldur, at tað skal vera ein mannagongd, har vit skulu vátta við p-talinum á Vanganum, at tey hava aldurin. Tey halda, at annars fer eitt aldursmark ikki at rigga.

Men so helt onkur annar fyri, at ein snildfon er ein fortreyt fyri at kunna sleppa inn á Vangan.

Í onkrum skúla hava foreldrini beinleiðis avtalað, at børnini fáa ikki snildfon fyrr enn tey eru 14.

Mest lisið hesa vikuna

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

23 tímar síðan

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14