Ongi úrslit

Undirhúsið fekk klokku

Tíðindaskriv
12. desember 2025 kl. 18:15

Í morgun vitjaði umsitingin hjá Nes kommunu í nýggja hugnaliga Undirhúsinum á Toftum, har Súni í Hjøllum, borgarstjóri, handaði Haldor Gaardbo, formanni í nevndini fyri Undirhúsið, eina jólagávu, sum er ein klokka.

Borgarstjórin bar fram eina heilsan og segði m. a., at gávan var ein viðurkenning fyri gott samstarv og av tí góða felagsskapinum, sum Undirhúsið er. Nes kommuna ynskir góðan trivnað fyri allar aldursbólkar, og tí ynskir kommunan eisini at vera ein góður viðleikari hjá Undirhúsinum.

Tað var í januar 2025, at flutt varð í nýggja Undirhúsið. Í 2023 gjørdu Nes kommuna og Undirhúsið leiguavtalu um, at Nes kommuna kundi innrætta alment wc-ið í kjallarahæddini, sum varð tikið í nýtslu á vári 2025

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41