…hmm…so vildi Guð… hin allarnáðiligasti og miskunnsami…at Donald Trump… forseti hansara og ljós í samtíðarmyrkrinum… skuldi fáa frið í lag við Miðjarðarhavsbotn… í síni makaleysu eyðmýkt binda ein endaknút av heilagum logum á eitt trý túsund ára langt stríð fyri tí lovaða landinum…
…ja, so satt ein stórur dagur í farnu viku…hjá Ísraelsmonnum… reinir og sakleysir… sum Súsanna Joakimskona í Dánjalsbók…kundu teir nú stíga upp úr sínum rættvísis skúrbaði í Gasa…og skomm fái tit, sum venda eyguni frá reinleikanum…sum fyllast av övutum tonkum og hvörki líta á Donald Trump ella himmalin, men í staðin geva ilt av tykkum um rættindi hjá hinum…teirri lúsa hálvu áttandu millión…tit rópa upp á palestinar, men ísraelskir myndugleikar flokka sum arabar…hesi, tit…í fákunnu tykkara…kalla útlagin og vanbýtt og royna at billa okkum inn gjördu oman fyri hálvfems prosent av íbúgvunum í Palestina í nítjanhundrað og seytjan… tað árið bretar við Balfour-yvirlýsingini…eftir Guðs vilja og ikki upp sítt hjálandavald… lovaðu ísraelsmonnum eitt heimaland við Miðjarðarhavsbotn…
…hvörji rættindi…eg má so spyrja… skal eitt fólk eiga, sum Guð longu í nítjanhundrað og tjúguárunum læt ísraelsmenn reka frá bygdum og býum… til at rúmka fyri teimum niðursetrum Hann vildi, at sínir menn skuldu gera har suðuri…í Heilaga landinum…eins og tá Hann í síni tíð læt Isabellu drotning og Ferdinand beina fyri móra-pakkinum í Spania…
…eigur sovorðið fólk…um fólk kann kallast… betri uppiborið enn at trunkast saman og hokra í innstikaðum tippum…har ísraelsmenn við sínum gudsgivna her- og rættarvaldi kunnu halda skil á teimum…okkum öllum til signing…?...
…og hvat sigur tað ikki nógv eisini, at sjálvt egyptisku, jordansku og aðrir arabiskir frændur hjá hesum sokallaðu palestinum ikki vilja vita av teimum…ikki virða meir um hatta slagið enn sum var tað fanin sjálvur, ið hevði nört tað oman á jörðina…sum rottuna…so hví skulu ísraelsmenn lastast fyri at verja seg …fyri eini rottuplágu!…sigið mær tað…betur áttu tit at takka Guði fyri at lata USA og vesturlond gera Ísraelsmenn og Ísrael til sítt politiska og hernaðarliga fótafesti í Miðeystri…til ein glotta av fólkaræði… eina glæmu av frælslyndi í tí miðaldarsorta sum Miðeystur annars er…
…men gera tit tað…nei…
…tað hava tit ikki eyðmýkt til…tit hata Guð og brigsla Ísraelsmonnum at hava ein tann best útgjörda herin í heiminum…eisini moralskt…tit kalla teirra verjuátök seinastu tvey árini oyðingarverk og tað sum verri er… men hvussu halda tit rottuböli skulu reinsast, meðni…?…við at geva rottunum at eta og annars gera tað sum liviligast hjá teimum…?…nei, tað hövdu tit sjálvir ikki droymt um, var rottubölið í tykkara kjallara…so satt ikki…
…kortini geva tit á at spilla ísraelsmenn út av berum óndskapi…forherða hjörtu tykkara móti sannleikanum…sjón gongur fyri sögn…eitt nú skrivaði onkur her ein dagin…ein sovorðin morðgírig ónytta… Guðs vilji og skriftin, skrivaði hann, hövdu minni við íkomu Ísraels og sögu ísraelsmanna at gera enn hundalortur við heilagan anda…
…ja, sovorðið fáa teir lön fyri at skriva…enntá virðislön…
…í staðin helt hesin akademiski maðkadrumburin Ísraels ríki hava sín uppruna í evropeiskum stórveldislæti í nítjandu og tjúgundu öld …sum hövdu evropearar einans gjört tað av fananskapi og brelli eftir verðini, tá teir fóru at siðmenta heimin og lögdu land undir seg til at læra nekarar at biðja faðir vár og eta við knívi og gafli…
…og sum tað ikki var nógmikið, pástóð hesin erkasibbin eisini, at tað var antisemtismu…jödahatri …fyri at takka…at Ísraelsland var bygt yvirhövur…ja, hann kundi fyri tann skyld sagt, at uttan Hitler var einki Ísrael og eingir ísraelsmenn…
…men har telvaði hann seg sjálvan skák…stakkalin…og síðani mát… og tað so væl og virðiliga…
…tí nú svór hann uppá, at tað skuldi tað vera oljan, sum skapti Ísrael…at vesturlendskur gravgangur eftir bíligari olju í hálvtrýssunum og trýssunum hevði fingið bretar, frakkar og amerikanarar at leggja seg út í innanhýsis viðurskifti í Miðeysturlondum…eitt nú í Irak og Iran…men tá tað ikki eydnaðist at fáa politiska bilbugt við hesum dadlu-skræpu-tjóðum vegna arabiskan tjóðskaparvilja, islamismu og sovjetska stremban eftir ávirkan í ökinum, hövdu vesturveldini í staðin sett sær fyri at byggja Ísrael upp til tað sterkasta herveldi í Miðeystri og higartil einasta kjarnorkuveldi…
…jú, satt er tað… gamaní…at Ísrael og ísraelsmenn eru hernaðarliga sterkastir í Miðeystri og hitt við, at teir hava kjarnorkuvápn…tíbetur sigi eg…men fyrst og fremst var tað Guðs vilji, at so skuldi vera…eins og tað var og er Guðs vilji, at arabar víkja fyri teimum rættvísu…og rottan fyri monnum…amen…
…og heldur onkur nú, at eg lúgvi hetta alt upp á hatta Hamas-sleiski av einum lorthövundi…so hyggið bara, hvat hann letur sín íspegil limra í morgun…:…
Nú vil pressan frá eddi til ö
Öll skelva sum dalandi blöð
Av tí trumpligu grein
Og hon so trúrein
Sum eitt trátugt gudómligt agö.
…spyrst so livst…