Ongi úrslit

Umval verður í Runavíkar kommunu

Løgmálaráðið skrivar, at við ákæruni er so stórur ivi sáddur um, hvørt samansetingin av manningini í Runavíkar býráð er røtt, at Løgmálaráðið hevur tikið avgerð um at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu tann 12. november 2024 og lýsa umval, soleiðis at spurnartekin ikki kann setast við rættargildið av Runavíkar býráð

Løgmálaráðið
7 tímar síðan

Í sambandi við kommunuvalið tann 12. november 2024 varð kært um møguligt valsvik í Runavíkar kommunu á valstaðnum í Oyndarfirði.

Kært varð um, at svikað varð við einum atkvøðuseðli, sum bleiv avgerandi fyri, hvør av tveimum persónum fekk sess í nývalda býráðnum í Runavíkar kommunu.

Málið varð samstundis meldað til løgregluna, sum eftir drúgvar kanningar nú hevur reist ákæru móti einum persóni um valsvik.

Løgmálaráðið skrivar, at við ákæruni er so stórur ivi sáddur um, hvørt samansetingin av manningini í Runavíkar býráð er røtt, at Løgmálaráðið hevur tikið avgerð um at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu tann 12. november 2024 og lýsa umval, soleiðis at spurnartekin ikki kann setast við rættargildið av Runavíkar býráð.

Umvalið í Runavíkar kommunu verður týsdagin, tann 13. januar 2026.

Bara teir persónar í Runavíkar kommunu, sum høvdu valrætt tann 12. november 2024, tá nú ógilta valið fór fram, kunnu velja við umvali.

Sambært § 25 í kommunuvallógini er mannagongdin hin sama við umval sum við fyrra valið. Hetta merkir, at umvalið verður hildið við støði í teimum valevnislistum, sum vórðu latnir inn til tað upprunaliga valið.

Sambært § 26, stk. 2 í kommunuvallógini skal núverandi býráð halda fram, til umval hevur verið og møguligar klagur um umvalið eru viðgjørdar og avgerð tikin.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

14 tímar síðan