Umstríddur republikanari skal kannast fyri lógarbrot

Topppolitikarin hevur m.a viðgingið at hava logið um sína útbúgving, sína løn, at hann er jødi, og at omman og abbin yvirlivdu Holocaust

Ragnar Sjúrðarson
2. mars 2023 kl. 21:25

George Santos bleiv í fjør valdur til Umboðsmannatingið í Kongressini, og síðan tá hevur hann stjolið óteljandi yvirskriftir.

Politikarin hevur viðgingið, at hann hevur logið um sítt CV, sum var við til at fáa hann valdan í Kongressina. Síðan tá er tað m. a. komið fram, at hann hevur logið um sína útbúgving, sína løn, at hann er jødi, og at omman og abbin yvirlivdu Holocaust.

Nú skal málið um mongu lygnirnar kannast til botns.

Tann Etiska Nevndin í Umboðsmannatinginum hevur valt at byrja eina umfevnandi kanning av uppáhaldunum og atferðini hjá republikanska politikaranum. Tað skriva fleiri amerikanski miðlar, m.a The New York Times.

Nágreiniliga ynskir mann at kanna um George Santos hevur brotið lógina tá hann segði ósatt í valdysti sínum í 2022.