Ein fesk frágreiðing um føroyskan fiskaflutning frá undanfarna árinum, er nú atkomulig fyri allar føroyingar.
Tað er føroyska fyritøkan Nordic Fish Exports, ið hevur gjørt frágreiðingina við talvum úr teirra egna dátaplatformi NordicFishView. Fyritøkan er mannað av Jákupi Holm Johannesen, ið er stovnari og stjóri í fyritøkuni, og Steffani Kunoy, ið er stovnari og tekniskur stjóri í Nordic Fish Exports.
Frágreiðingin kemur við fleiri áhugaverdum hagtølum og mynstrum.
Millum annað vísir frágreiðingin, at miðal tollurin í heimin fyri útflutning av føroyskum fiskavørum er 10.05%. Fyri norskar og íslendskar fiskavørur er hann ávíkavist 7.22% og 7.20%. Her leggur frágreiðingin dent á, at Norra og Ísland eru partur av fríhandilsfelagsskapinum EFTA, sum støðugt hevur styrkt um marknaðaratgongd í Asia og Suðuramerika seinastu árini. Í hesum sambandi verður víst á nøkur ítøkilig dømir fyri føroyskar fiskavørur á asiatiska marknaðinum.
Afturat hesum, eru útflutningshagtøl fyri Føroyar, Norra, Ísland, og Grønland uppsett í talvum. Talan er um útgreinaðar visualiseringar av prís, virði, og nøgd til allar marknaðir fyri fleiri fiskasløg. Hyggja vit til dømis at fiskaútflutningi í virði tilsamans í 2025, síggja vit, at Føroyar útflyta mest til USA og Spania. Norra útflytur mest til Polen og USA. Íslend selur mest til Bretland og Frakland - samstundis sum Grønland útflytir nærum alt til Danmarkar, áðrenn tað verður selt víðari.
Jákup Holm Johannesen, stjóri í NordicFishView, leggur dent á at føroyskur fiskaútflutningur er eitt áhugavert evni fyri nógvar føroyingar, og tí hevur fyritøkan valt at geva frágreiðinga út alment, í samband við at hagtølini fyri 2025 nýliga blivu atkomulig á hagstovunum í Føroyum, Norra, Ísland, og Grønlandi.
Frágreiðingin er at finna her: https://nordicfish.fo/wp-content/uploads/2026/02/Fiskautflutningur-Foroya-2025-1.pdf