Ongi úrslit

Um tveir mánaðir verður tað bæði lættari at senda og at fáa pengar

Tær síðstu, teknisku forðingarnar verður nú loystar og í apríl fer mobile-pay at virka í Føroyum

Áki Bertholdsen
21. februar 2025 kl. 11:41

Tað hevur verið stórur eftirspurningur eftir at fáa mobilePay at virka í Føroyum, tí tað ger tað nógv lættari at gjalda fyri keyp, og tað gera tað eisini lættari at taka ímóti pengum, at senda pengar og so framvegis

Og nú verður tað skjótt, at skipanin fer at virka í Føroyum.

Føroya Banki skrivar, at tær síðstu teknisku forðingarnar verða nú loystar, og skjótt ber til at brúka væl umtóktu MobilePay í Føroyum, sigur Føroya Banki.

Fyrireikingarnar eru nú komnar so mikið væl áleiðis, at væntandi verður MobilPay klárt at taka í nýtslu hjá privatkundum um tveir mánaðir, ella í apríl. Tá kunnu øll, yvir 13 ár, fáa sær MobilePay.

Hjá vinnurekandi verður skipanin væntandi klár áðrenn farið verður í summarferiu.

Grundin til, at tað hevur tikið sína tíð at fáa mobilePay til Føroyar, er, at. tað hevur ikki borið til at brúka føroysk p-tøl, føroysk v-tøl, føroysk telefonnummur, og Samleikan í MobilePay

MobilePay er ein app, ið ger tað ómakaleyst at rinda og flyta pengar til onnur uttan at brúka kontunummarið hjá móttakara. Tað ber til at senda til aðrar brúkarar í Føroyum og Norðurlondum, uttan í Íslandi.

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

18 tímar síðan

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55