Í hesum døgum verður nógv tosað um at hækka pensjónsaldurin fyri at bøta um haldførið í føroyska búskapinum.
Ein tað er ein løgtingsmaður, sum er púra sannførdur um, at um nøkur ár ferð gongdin at verða tann beint øvugta.
Tá ið Løgtingið viðgjørdið uppskotið um pensjónsaldurin, helt Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, fyri, at hesi næstu árini fer tilveran at verða fullkomiliga kollvelt.
– Um eini 30-40 ár verður gerandisdagurin als ikki tann sami, sum hann er í dag, segði hann.
Hann sigur, at tá er tað als ikki óhugsandi, at produktiviteturin -framleidni - í samferlagnum, verður so stórt, at tá kunnu vit fara frá við eftirløn, kanska longu sum 60 ára gomul.
– Enn hava vit brúk fyri nógvum hondum, og enn er tørvur á, at vit ikki fara so skjótt av arbeiðsmarknaðinum.
– Men lít á míni orð: Um fá ár verður pensjónsaldurin ikki 68 -70 ár, tí hann verður nógv lægri enn tað.
Onkur hevur sagt, at tey ungu hava einki ímóti at pensjónsaldurin verður hækkaður.
– Men vit kunnu gloyma alt um meta um, hvat tey, sum eru ung í dag, gera um 30 ár, og hvussu arbeiðslívið verður tá, heldur Jaspur Langgaard.
– Um 30 ár fara tey, sum eru ung í dag, at hava ein ómetaliga øðrvísi gerandisdag enn vit hava nú, legði hann afturat.
– Og hvør sigur, at vit koyra í bili tá, helt hann eisini fyri, og sipaði til Suðuroyartunnilin. Kanska flúgva vit til Suðuroyar við dronu, heldur enn at koyra í bili, filosoferaði Jaspur Langgaard.
– Tora vit at taka eitt so sveimandi - men kanska ikki heilt veruleikafjart, kjak, spurdi tingmaðurin fyri Sambandsflokkin.