Ongi úrslit

Ukreina hevur afturvunnið Kharkiv

"Russararar hava tikið seg langt út um býarøkið", sigur borgarstjórin í Kharkiv, meðan G7 leiðarar rópa varskó, at 43 milliónir fólk kring knøttin eru hótt av hungursneyð.

Trygvi Danielsen
15. mai 2022 kl. 10:30

Russland trýstir heiminum mótvegis svárari hungursneyð.

Tað siga stjórnarleiðarar í sokallaða G7, t.e. Kanada, Frakland, Týskland, Italia, Japan, Stóra Bretland, USA og ST, í einum almennum felagsskrivi.

"Ógrundaða og tilætlaða krígsvirksemið hjá Russlandi hevur hert heimsbúskapin við vaksandi mat-, olju- og orkuprísum", stendur í skrivinum. Harafturat skriva tey, at Russland forðar ukreinskum flutningsrutum við Svartahavið, sum er við til at seta 43 milliónir fólk í váða fyri hungursneyð. 

Tó frættast eisini góð tíðindi: Kríggið verður liðugt í ár. Tað sigur generalmajorur Kyrylo Budanov, herovasti í ukreinsku fregnartænastuni, sum altso metir, at bróðurparturin av stríðnum hæsar av móti endanum av 2022.

Eitt stig tann vegin varð so tikið í gjárkvøldi, tá tað frættist, at russar hava tikið seg úr næststørsta ukreinska býnum, Kharkiv, og tað fegnast Ihor Terekhov um. Hann er borgarstjóri í býnum.

-Orsakað av avrikinum hjá kharkivska heimaherinum og ukreinska hervaldinum hava russararnir tikið seg langt út úr býarøkinum mótvegis russiska markinum, sigur Terekhov.

Keldur:
https://www.theguardian.com/world/2022/may/14/ukraine-says-russian-forces-withdrawing-kharkiv
https://www.theguardian.com/world/live/2022/may/14/russia-ukraine-war-ukrainian-forces-continue-kharkiv-pushback-difficult-negotiations-on-mariupol-evacuations-underway-zelenskiy-says-live

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12