Ukrainski forsetin finnur seg ikki í ákærunum frá Amnesty

Nýggj frágreiðing frá Amnesty International um krígsførsluna hjá ukrainska herinum vísur, at Ukraina brýtur altjóða krígsreglur, men ukrainski forsetin finnur seg ikki í ákærunum

(Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
5. august 2022 kl. 12:34

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, finnur seg ikki í ákærunum frá Amnesty International, um at Ukraina brýtur altjóða lóg, tá ukrainski herurin fremur hernaðarligar missiónir í støðum, har tað er stutt millum húsini og nógvir sivilir íbúgvar.

- Um nakar ætlar at gera eina frágreiðing, har ofri og tann áleypandi parturin skulu síggjast sum tveir javnsettur partar, so kann tað ikki góðtakast, sigur ukrainski forsetin. Hann heldur at talan er um eitt slag av “victim blaiming”, har Amnesty av órøttum ger ofri til ein sekan part av tí, sum er farið fram í Ukraina, saman við Russlandi.

- Tað eru ongi viðurskifti, heldur ikki hypotetisk, ið kunnu rættvísgera nakað russiskt álop á Ukraina, sigur Volodymyr Zelenskyj, sambært Danmark Radio.

Undir krígnum hevur tann russiski herurin verið í miðdeplinum, men nýggja frágreiðingin hjá Amnesty International vendur sjóneykuni móti ukrainska herinum.

Sambært frágreiðingini hevur ukrainski herurin sett sivil í vanda, við eitt nú staðsetan av hernaðarligum støðum, har ov nógv sivil eru, millum annað skúlar og sjúkrahús. Hetta kann gera óneyðugan skaða á sivil.

Tað er loyvt at brúka skúlar og sivil hús til hernaðarførslu, men tað krevur, at borgararnir verða ávaraðir um tað áðrenn.

Síðani februar hevur Ukraina verið í verjustøðu og ukrainski herurin hevur tískil verið noyddur at hildið skansan, men sambært altjóða aðalskrivaranum í Amnesty International, Agnès Callamard, so er tað ongin umbering.

- Tað at vera í eini verjustøðu ger ikki, at ukrainski herurin sleppur undan at virða altjóða lóg, sigur Agnès Callamard, sambært heimasíðuni hjá Amnesty International.

Tað letur ikki til at vera nakar ivi um, at ukrainski herurin hevur brotið altjóða krígsreglur, sambært Amnesty International. Amnesty International hevur kannað tríggjar landspartar í Ukraina - Donbas, Kharkiv og Mykolaiv – har tey, millum annað hava sæð, at ukrainski herurin brúkar sivil hús og skúlar til hernaðarligar støðir í 19 ymsum býum. Haraftrat var staðfest í frágreiðingini, at ukrainski herurin brúkar fimm sjúkrahús til hernaðarligt virksemi.