Ongi úrslit

Ukraini handtikin fyri sabotagu inná Nord Stream-kaðalin

Italsk embætisfólk handtóku hóskvøldið ukrainska mannin í býnum Rimini

Jóhanna Højgaard
17 tímar síðan

Ein ukrainskur maður er handtikin í Italia undir illgruna fyri at hava verið við í sabotasjuni av Nord Stream-leiðingunum, upplýsir týsku ákæruvaldið sambært Reuters.

Italsk embætisfólk handtóku hóskvøldið ukrainska mannin í býnum Rimini, sum liggur við Adriaterhavsstrondina í italska økinum Emilia-Romagna.

Maðurin er undir illgruna fyri at hava samskipað sabotasjuna móti Nord Stream-leiðunum.

Hann og samverjar hansara sigldu í einum leigaðum báti úr Rostock í Týsklandi, til gerningsstaðið í Eystrasalti nærhendis Bornholm.

Báturin var leigaður frá einum týskum felag av nøkrum millummonnum, har følsk samleikapappír høvdu verið brúkt, sigst.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21 tímar síðan