-Ukraina hoyrir heima í ES. Tað er til gagns fyri bæði Danmark og Evropa. Tí fer danski formansskapurin at gera alt vit kunnu fyri at hjálpa Ukraina á leiðini móti ES-limaskapi, sigur Mette Frederiksen forsætisráðharri.
Danska stjórnin er sterkur fortalari fyri at taka Ukraina inn í bæði ES og NATO verjusamgonguna, og fer at brúka ein part av sínum formansskapi til at stríðast fyri tí fyrra.
ES-kommissiónsformaðurin Ursula von der Leyen og restin av kommissiónini, umframt danska stjórnin, eru komin saman í Aarhus fyri at markera, at ES-formansskapurin er tikin í nýtslu.
Skjóta og miðvísa tilgongdin hjá Danmark fær tingini avgreidd. Hetta er júst tað slagið av hugsan, sum Evropa hevur brúk fyri beint nú, skrivar Ursula von der Leyen á X.