Ongi úrslit

Ukraina: Fyrstu norðurkoreansku hermennirnir eru settir inn í Kursk

Russiski forsetin heldur fast í at tað ikki er Russland, men Vesturheimurin, sum víðkar um kríggið í Ukraina við at lata vápn.

Ragnar Sjúrðarson
24. oktober 2024 kl. 21:26

Ukrainska hernaðarliga fregnartænastan skrivar á miðlinum Telegram, at fyrstu norðurkoreansku hermennirnir, sum eru vandir í Russlandi, eru settir inn í Kursk-landslutin. Kursk er ein av teimum landslutunum, har Ukraina hevur framt álop.

Sambært Reuters varð russiski forsetin, Vladimir Putin, á einum tíðindafundi eftir eina BRIKS-ráðstevnu, spurdur um teir norðurkoreansku hermennirnar.

Her svaraði hann, at tað er upp til Russland at gera eina samstarvsavtalu við Norðurkorea. Hann avnoktaði sostatt ikki teirra hjáveru í Russlandi.

Putin segði eisini, at tað ikki er Russland, men Vesturheimurin, sum víðar um kríggið í Ukraina við at lata vápn.

Mest lisið hesa vikuna

Norrøna fekk ein heilan hval upp á stevnið

Í gjár kl. 14:24

Teistin á veg til Suðuroyar við jóansøkumati

11 tímar síðan

Myndir: Countryfestivalurin dag 1

14. juni kl. 19:20

Paz hevur fingið tvær Michelinstjørnur

16. juni kl. 18:55

Bjørtfríð býr mitt í bumburegninum

Í gjár kl. 13:25

Robert vitjar hotellið hvønn dag

15. juni kl. 11:50