Ukraina fer at veita vápn og verjutøkni, eitt nú skipanir, sum kunnu hjálpa til at opna Hormuzsundið, til lond í Flógvanum sambært nýggjum avtalum. Hettar segði Volodymyr Zelensky, forsetin í Ukraina við tíðindafólk í gjár.
- Allar avtalur, sum verða løgfrøðiliga formaliseraðar, hava alstóran týdning fyri okkara land, segði Zelensky, segði hann.
Ukraina fer eftir øllum at døma eisini at bjóða sjó-dronur sum ein liður í verjuni av skipagongdini í Persaflógvanum.
Í friðartíð fer umleið 20% av heimsins olju gjøgnum Hormuzsundið. Sum svar uppá amerikansk‐ísraelsk hernaðarlig álop stongdi Iran sundið, og sendi alheims oljuprísir langt upp í loft.