Í dag kl 19 skal føroyska landsliði spæla dyst ímóti Sveits. Liðini liggja lið um lið í bólkaspælinum, nevniliga nummar trý og fýra. Føroyar hava tó spælt fleiri dystir og liggur á triðja-plássinum.
Seinast liðini hittust bleiv tað ein 3-1 sigur til Sveits, men við einum sigri í dag kann Føroyar spæla seg upp á eitt annað pláss, sum møguliga gevur atgongd til EM í 2027. Tó eru tveir dystir eftur at spæla. Teir eru ímóti Estlandi og Luksemborg.