U19-landsliðið vann stórsigur

Føroyska U19-landsliðið í hondbólti vann í dag 34-15 á Kosovo í Euro Championship í Norðurmakedonia. Jana Mittún úr H71 gjørdist dagsins leikari á føroyska liðnum.

Katrin Erlendsdóttir
11. juli 2021 kl. 19:32

Føroysku U19-kvinnurnar eru í hesum døgum til Euro Championship-kapping í Norðumakedonia. Fyrsti dystur teirra var í dag móti Kosovo, sum føroysku kvinnurnar vunnu ein tryggan 34-15 sigur á.  Hálvleiksstøðan var 17-2. Hetta upplýsir Hondbóltssamband Føroya.

Kosovo tapti heili 53-14 móti Hollandi í gjár, og tí metir HSF, at  talan helst var um veikasta mótstøðuliðið í bólkinum, sum eisini telur Norðurmakedonia, Bosnia Hersegovina og Holland.

Føroyska liðið læt ongan iva vera um, hvat betra liðið var og setti seg á dystin beinanvegin. Hálvleiksstøðan 17-2 vitnar um eina føroyska verju, sum stóð væl saman við málverjanum Rakul Wardum.

- Dysturin var sostatt ongantíð spennandi og fingu venjararnir roynt ymiskar uppstillingar og fingu allar leikararnar í spæl, undan harðaru mótstøðuni, sum er í væntu komandi dagarnar, skrivar HSF.

Føroyar møta Norðurmakedonia í morgin, mánakvøldið kl. 19.30. Dysturin kann stroymast á ehftv.com. Norðurmakedonia vann 39-28 móti Bosnia Hersegovina í gjár.

Besti føroyski leikari í dystinum var kosin Jana Mittún.  

Málskjúttar hjá Føroyum vóru hesar:

Jana Mittún 6 mál

Natasja Hammer 5 mál

Lea Símunardóttir Lisberg 4 mál

Hervør Niclasen 3 mál

Brynhild Pálsdóttir 3 mál

Frida Holm Jacobsen 3 mál

Lea Mortensen Mørk 2 mál

Elsa Egholm 2 mál

Rannvá Olsen 2 mál

Lív Bentsdóttir Zachariasen 2 mál

Sára Jacobsen 2 mál