Ongi úrslit

U19 kvinnurnar løgdu bragdliga fyri

NEVZA U19: Ísland-Føroyar 1-3 (16-25, 23-25, 25-14, 13-25)

Flogbóltssamband Føroya
17 tímar síðan

2025 útgávan av NEVZA U19 kappingini er byrjað í høllini á Hálsi. Føroysku U19 kvinnurnar løgdu fyri við at vinna rættuliga sannførandi á Íslandi.

 Tað var eitt sannførandi liðavrik, sum gav Føroyum 3 stig í fyrsta dystinum í kappingini. Vanliga hava føroysku kvinnurnar tað trupult ímóti Íslandi. Tíðliga í dystinum kundi tó staðfestast, at høvuðsvenjarin Ciro Zoratti hevði sett saman eitt sannførandi og sterkt lið, sum leikti munandi betur enn íslendsku genturnar. 

 

Sermerkt við dystinum var, at einans 14 ára gamla Anna Katrina í Haraldstovu fekk sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar. Anna Katrina fer allarhelst eisini at royna seg við U17 landsliðnum í januar.

 

Donsku U19 kvinnurnar vunnu sannførandi á Onglandi. Kl. 19.00 í dag leika føroysku kvinnurnar ímóti Onglandi og vinna tær hendan dystin hava tær longu leikt seg í finaluna.

 

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53