Sambært týska samveldiskanslaranum, Friedrich Merz, er ikki longur nakað grundarlag fyri, at sýrar kunnu fáa friðskjól í Týsklandi.
Eftir at borgarakríggið er av, sigur politikarin, at teir í staðin skulu eggjast til at venda heimaftur og vera við til at byggja land sítt uppaftur, skrivar The Guardian.
Tey 14 árini sýriska borgarakríggið vardi, tók Týskland inn fleiri flóttafólk enn nakað annað ES-land. Men sambært Merz og fleiri av hansara ráðharrum er støðan nú broytt.
Síðan Assad-stýrið fall fyri 11 mánaðum síðani, halda teir, at viðurskiftini í Sýria eru batnað nóg mikið.
aTýskvøldið segði Merz, at nógvir av teimum meira enn einari millión sýrum sum í løtuni búgva í Týsklandi, væntandi fara sjálvbodnir at fara heim aftur at hjálpa til við uppbyggingini.