Tíðliga í gjáramorgunin vóru boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantsflogi. Løgreglan sigur, at talan var um ein av manningini á einum kinesiskum farmaskipi, sum var á veg úr Murmansk til Istanbul.
Ein av manningini hevði brotið armin nakrar dagar frammanundan, men tað hevði ikki lagað seg sum tey høvdu væntað og nú vildi skiparin hava hann á sjúkrahús.
Skipið varð stadd 110 fjórðingar í ein landnyrðing úr Føroyum, so tað varð ein long bjargingarferð. Tilsamans tók hon ímillum seks og sjey tímar, men sjúklingurin kom á Landssjúkrahúsið í øllum góðum.