Ongi úrslit

Tvøroyrar kommuna heiðraði starvsfólkum fyri drúgva og trúgva tænastu

Sjey starvsfólk vórðu heiðrað furi 15, 20, 30 og 35 ára tænastu

Tvøroyrar kommuna
19 tímar síðan

Tá starvsfólk velja at vera verandi í 15, 20, 30 – ja, heilt upp í 35 ár – er tað eitt sterkt prógv um, at Tvøroyrar kommuna er eitt gott starvsstað. Eitt stað, har fólk trívast, kenna ábyrgd og tryggleika, samstundis sum tey verða vird og finna meining í starvinum. Hetta ber eisini prógv um góðar starvsfelagar, samhaldið í gerandisdegnum og eina góða mentan millum starvsfólkini.

Tvøroyrar kommuna er takksom fyri at kunna heiðra starvsfólk, sum hava sett síni fingramerki á kommununa – fyri teirra trúfesti, støðufesti og dygd, sum kemur øllum borgarum til góðar.

Hesi eru livandi prógvið um, at góð starvsfólk og góðir starvsfelagar skapa eitt sterkt og gott starvsstað.

6. desember 2025 vóru hesi heiðrað fyri trúgva og drúgva tænastu:

15 ára starvsfólkadag:
Marina Popovic
Estrid Kristensen
Elin Nólsøe (Diana Nólsøe, tók móti heiðursgávuni vegna Elin, sum hevði forfall)

20 ára starvsfólkadag:
Anna Mia Johannesen
Majken Josveinsdóttir

30 ára starvsfólkadag:
Jennie Debes

35 ára starvsfólkadag:
Mikkalina Simonsen

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14