Tvøroyrar kommuna hevur avgjørt at keypa bygningin hjá Føroya Banka á Tvøroyri. Bygnongurin er mitt í hjartanum á Tvøroyri og býráðið og Føroya Banki eru samd um treytirnar.
Eftir avtalubi millum partarnar, fer Føroya Banki framhaldandi at leiga hølini í niðaru hæddini, har bankin hevur sína dagligu avgreiðslu.
Í næstum fer býráðið at gera ábøtur á bygningin og innrætta hann til endamálið. Í hesum sambandi hevur samskift við arkitek, ið hevur gjørt eina heildarætlan fyri allan bygningin og økið rundanum.
Ætlanin er, at bygningurin skal hýsa umsiting, móttøku, kunningarsstovu, almet bókasavn og onnur kommunal virki.
Sostatt verður øll umsitingin hjá býráðnum nú undir sama takið og har verður eisini ein nýggjur býráðssalur gjørdur, har býráðið fer at hava sínar fundir.
Føroya Eftirskúli brúkar ein part av bygninginum, men hann skal nú hava onnur høli til sítt virksemi. Arbeitt verður við tí, men enn er støða ikki tikin til, hvar tað verður.
Støða er heldur ikki tikin til, hvat verður gjørt við bygningarnar, har umsitingin og býráðið nú halda til í.