Ongi úrslit

Trump kemur til Føroya

Amerikanski forsetin skal tosa við løgmann um nýggjan felagsskap millum londini

Jonhard Hammer
31. mars 2025 kl. 23:59

Farnu mánaðirnar hava floksformenn hitst regluliga at umrøða framtíðarstøðu Føroya. Semja er um, at Ríkisfelagsskapurin er ov trongur og avmarkandi. Samstundis eru allir flokkar uttan Tjóðveldi samdir um, at sum støðan er, ber ikki til at skipa ein føroyskan stat, sum stendur fyri seg sjálvan.

Tí er løgmaður komin við einum nýggjum uppskoti. – Tað ræður um at smíða, meðan jarnið er heitt. Í løtuni er USA sera sinnað at víðka um sítt øki, og tá Trump ikki fær Grønland, standa vit í eini sera sterkari støðu, sigur hann. Tí hevur løgmaður boðið Donald Trump til Føroya á toppfund at viðgera framtíðarstøðuna hjá Føroyum.

Ætlandi verður vitjanin longu í næstu viku. – Valið stendur ikki bara millum at verða verandi undir Danmark ella at traðka út í loysingina einsamøll. Vit hava fingið ein triðja møguleika: At gerast partur av USA. Við hesi loysnini hevði Trump fingið ein tiltrongdan politiskan sigur, og tí kunnu vit seta stór krøv.

Hetta er orsøkin til, at eg havi boðið Trump til Føroya”, sigur løgmaður. Og tað eru óteljandi viðurskifti, sum í nýggjum uppriti hjá løgmansskrivstovuni vísa, at tað at kalla bara eru fyrimunir fyri Føroyar við at gerast partur av USA: Betri trygd. Fleiri íløgur. Størri marknaður. Sterkari búskapur. Eksploderandi turisma við heimsins ríkastu turistum. Mentanarligt samstarv. Nógv størri møguleikar fyri ungdómin at útbúgva seg. –– Tá vit knýta okkum at tí sterkasta, verða vit sjálv nú ikki bara sterk – vit verða sterkast”, sigur Aksel V Johannesen.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10