Leygardagin 25. apríl er flaggdagur og tað vera flaggdagshald kring landið. Eisini í Vági verður flaggdagshald, og tað verður klokkan 17 við minnisvarðan mitt í Vági.
Tað er Skótaliðið, Royndin, sum skipar fyri flaggdagshaldinum við skrúgongu, røðu, felagssangi og drekkamunni.
Í ár verður tað Bjarni Hammer, løgtingsmaður av Tvøroyri, sum heldur flaggrøðuna, og kirkjukórið, Ljómur, fer at syngja
Skótar og úlvar møta klokkan16.30 í Skótahúsinum, og ganga síðani í skrúgongu úr skótahúsinum klokkan 16.45, oman til Minnisvarðan.
Aftaná haldið verður ein drekkamunnur í Miðlatúni.