Ongi úrslit

Tvíburðar samla pening, at hjálpa offrunum eftir vatnflóð

Á básinum seldu tey sitrón-limonadu og smákøkur

Jóhanna Højgaard
7. juli kl. 19:43

Níggju ára gamlir tvíburðar Corrigan og Cannon Camp, settu upp ein sitrónlemonadu-bás sunnudagin.

Hettar gjørdu tey fyri at gera teirra fyri at hjálpa offrunum í oyðileggjandi vatnflóðini í Texas um vikuskiftið.

Boðað er frá at higartil er talið av deyðum, 91 fólk.

Á básinum hjá tvíburðunum seldu tey sitrón-limonada og smákøkur, og savnað bleiv inn meira enn 5.000 dollara til at enduruppbyggja Camp Mystic.

Hettar er eitt av støðunum, sum var harðast rakt av hesari vanlukkuni. 27 gentur og hjálpara á leguni, blivu tiknar av ógvusligu vatnflóðini.

Ein av tvíburðunum, Corrigan Camp, kom sjálv heim av summarleguni Camp Mystic fyri nøkrum vikum síðani.

Tí er hon eisini glað fyri, at hon nú kann lata pening til leguna, skrivar NBC.

- Tað fekk meg at kenna meg væl at vit lata peningin til summarleguna.

Eg føli, at nógv fólk gerast áhugaði í Camp Mystic og hvussu oyðiløgd legan er, sigur hon.

Youtube

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

11 tímar síðan

Ikki føroyskar gentur

21 tímar síðan

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20