Tað mangla ikki pengar í Føroyum, og samfelagið er í stórari menning. Kortini rinda vinnur, sum hava framíhjárætt at troyta tað føroyska náttúrutilfeingi ov lítið til felagsskapin. Løgtingsvalið hósdagin er tað fyrsta, síðani avleiðingarnar av skeiva virðisbýtinum av álvara fóru at merkjast.
Bústaðarmarknaðurin er stongdur fyri vanliga føroyingin, tí hann í roynd og veru er vorðin ein spekulatiónsmarknaður. Ein onnur avleiðing er, at tá ov lítið kemur í almennu kassarnar, førir støðuga undirfíggingin av stórum vælferðartænastum til átrokandi avbjóðingar og beinleiðis kreppur innan almannaøkið, heilsuøkið, dagstovnaøkið, útbúgvingarøkið og eldraøkið. Vit síggja tekin til eitt byrjandi fámannaveldi, samstundis sum lág- og miðallønt hava torført við at fá endarnar at røkka saman. Hetta kann Javnaðarflokkurin ikki ganga við til.
Tí er valið hósdagin rættiliga einfalt. Vit mugu fáa fleiri inntøkur, og vit mugu fara undir eina breiða nýskipan av øllum vælferðarøkinum.
Søguliga sæð hevur Javnaðarflokkurin altíð arbeitt fyri at skapt góðar karmar fyri vinnulívið, tí eitt sterkt vinnulív skapar arbeiðspláss og er ein fyritreyt fyri vælferðarsamfelagnum. Men eitt vinnulív, sum fær eitt yvirnormalt avkast burtur úr at troyta okkara náttúrutilfeingið, hevur ein dýrkandi virknað á alt samfelagið. Partafelagsskatturin er millum teir lægstu í Evropa. Javnaðarflokkurin vil hækka skattin fyri tær størstu fyritøkurnar. Samstundis lækkar skatturin fyri nýggjar íverksetarafyritøkur, so tær kunnu menna seg og harvið breiðka inntøkugrundarlagið undir vælferðarsamfelagnum.
Tað er alneyðugt, at almennu útreiðslurnar ikki vaksa skjótari enn inntøkurnar. Samstundis, sum vit taka meira inn í inntøkum, mugu nýskipanir til. Grundarlagið, vit byggja okkara vælferðarsamfelag á, er veikari, enn vit halda. Ovurstóri tørvurin á útbúnum starvsfólkum innan alt vælferðarøkið talar fyri seg. Tí er ikki nóg mikið við nýskipanum innan tann einstaka geiran. Í staðin má ein breið og umfatandi vælferðarnýskipan yvir fá ár megna at fáa fíggjarliga grundarlagið og vælferðarskipanirnar at ganga hond í hond. Onnur norðurlond megna at tryggja menniskjaligt og sosialt haldføri - millum annað gjøgnum trípartaavtalur - sum røkka yvir nøkur ár. Tað er neyðugt, at vit megna hetta eisini. Tað krevur nýhugsan og eitt breiðari samstarv millum myndugleikar, arbeiðsgevarar og fakfeløg, enn vit higartil hava sæð her heima.
OG SO EITT TRIÐJA…
Vit vita, at vitlíki fer at yvirtaka uppgávur, sum í dag verða loystar av starvsfólkum. Umsitingaruppgávur, málsviðgerð og rutinuuppgávur annars eru longu í broyting á fleiri arbeiðsplássum. Kortini hevur hendan stóra komandi arbeiðsmarknaðarbroytingin so at siga onga umrøðu fingið í valstríðnum. Seinasta ársfrágreiðingini frá World Economic Forum vísir á, at vitlíki í besta føri kann skapa vøkstur og arbeiðspláss og í ringasta føri kann elva til ótryggleika og arbeiðsloysi.
Vit mugu tryggja, at íverksetanin av vitleíki fær ein sosialan vinkul! Ein so stór broyting í eitt nú almenna geiranum má umrøðast í einum trípartasamstarvi. Harnæst eigur tann vinningur og teir ágóðar, sum standast av vitlíki, at vera brúktir á vælferðarøkinum.
Ivan Hentze Niclasen, Listi C