Tað er bara ein kongur í HB, og tað er venjarin Adolfo Sormani. Hann hevur á nógvum økjum lyft støðið í felagnum. Hann er settur í sáttmála, sum fevnir um trý ár, men longu nú sæst tað á avrikunum og úrslitunum, at hugburðurin er nýggjur og arbeiðssemið stórt.
Síðsta dømið um hetta var í kvøld, tá ið HB spældi 0-0 móti Hadjuk Split. Kroatiska liðið var sera verjukent, og HB spældi seg til fleiri heilt góðar møguleikar. Undan dystinum var Hadjuk Split frammanfyri 2-0, so tað hevði av álvara verið spennandi, um HB hevði skorað eitt mál, men tað eydnaðist ikki. Stóri trupulleikin hjá HB og Adolfo Sormani er, at teir hava ongan rættiligan málrev.
Í kvøld var tað merkisvert, at tað bara vóru átta spælarar á HB beinkinum. Á beinkinum hjá Hadjuk Split vóru tað 12 spælarar. Tá ið HB fyri einari viku síðani var í Kroatia, vóru tað níggju spælarar á HB beinkinum. Oftast plaga tað at vera fleiri spælarar á beinkinum, tá ið talan er um heimadyst, enn tað plaga at vera, tá ið talan er um útidyst.
Tveir spælarar, sum vóru á beinkinum í Kroatia, vóru ikki á listanum í kvøld. Talan er um Heðin Hansen og um Magnus Holm Jacobsen. Vit hava í kvøld tosað við góðar keldur í HB, sum siga, at teir báðir hava fingið at vita, at teir ikki skulu venja við besta liðnum.
Orsøkin er tann, at teir ikki lystraðu ordra frá venjaranum í síðstu viku í Kroatia. Tá ið dysturin var liðugur, gav venjarin boð um, at teir, sum ikki høvdu spælt, skuldu renna eina løtu, áðrenn teir fóru í brúsu. Sum vit skilja, so er tað heilt vanligt, at spælarar, sum alla tíðina hava sitið á beinkinum ella hava spælt lítið, renna eina løtu, tá ið dysturin er liðugur.
Men Heðin Hansen og Magnus Holm Jacobsen gjørdu ikki eftir boðunum frá venjaranum, og tað finnur Adolfo Sormani seg ikki í. Hann hevur givið boð um, at hesir báðir spælararnir ikki longur eru partur av besta hópinum hjá HB. Tað er orsøkin til, at teir ikki vóru á listanum í kvøld.
Heðin Hansen hevur spælt í HB síðani í 2020, og hann var eisini í felagnum í 2017. Magnus Holm Jacobsen flutti í vetur úr 07 Vestur og til HB. Hann hevur verið nógv skaddur, og tí hevur hann bara spælt 36 minuttir í fýra landskappingardystum.