Ongi úrslit

Tveir bilførarar kunnu missa koyrikortið - fyri hvør sítt lógarbrot

Áki Bertholdsen
28. sepember kl. 09:23

Í gjár og í nátt var løgreglan tvær ferðir eftir bilførarum, har koyrikortið er í vanda.

Fyrru ferð var fyrrapartin í gjár í sambandi við eitt ferðsluóhapp á Skála. Óhappið hendi tá ið ein bilur var á veg út eftir Skálafjørðinum.

Men tá ið hann skuldi snarað til vinstru - oman á Skála, helt bilførarin ikki víkiskylduna tí hann ansaði ikki eftir einum bili, sum koma ímóti honum, og tað brast.

Bilarnir fingu fitt av skaða, men fólkaskaði var eingin. Trý fólk vóru bilinum har bilførarin ikki helt víkiskylduna, og tvey vóru í hinum bilinum.

Tá ið tað elvir til samanstoyt, at bilførari ikki heldur víkiskylduna, verður avleiðingin ofta, at hann missur koyrikortið.

Nú skal støða so takast til, hvat skal henda í hesum føri.

Tíðliga í morgun steðgaði løgreglan einum bili í Eysturoynni og tá ið bilførarin varð kannaður, vísti tað seg, at hann var ávirkaður av rúsdrekka.

Sum vanligt í slíkum førum, er blóðroynd tikin av bilføraranum, og so gongur málið sína gongd.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39