Ongi úrslit

Tveir bilførarar fingu forboð fyri at koyra víðari

Teir høvdu annars nýliga fingið koyrikort

Áki Bertholdsen
29. januar kl. 08:02

Aftur í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar. Hesa ferð vóru tey í Klaksvík, á Stangavegnum, sum er eitt strekki har tað er loyvt at koyra 40.

Og har vórðu fýra bilar tiknir fyri at koyra alt ov skjótt. Tveir bilførarar koyrdu beint upp ímóti 60, og teir fáa klipp í koyrikortið, umframt eina bót.

Verri var hjá tveimum øðrum bilførarum, tí teir koyrdu yvir 60. Hetta vóru tveir bilførarar, sum nýliga høvdu fingið koyrikortið. Tey fyrstu trý árini, ein hevur koyrikort, er eitt slag av eini royndartíð og tá skal minni til at missa koyrikortið.

Og tað var akkurát støðan í hesum føri, so hesir báðir bilførararnir fingu koyriforboð og mugu sostatt taka koyrikortið umaftur.

Í gjár kannaði løgreglan eisini ferðsluna við nakrar av teimum stóru skúlunum í Havn, og við skúlan í Klaksvík. Hetta er um tað tíðina, børn verða koyrd í skúla og fremsta endamálið er at kanna, um børnini brúka kravdu trygdarútgerðina.

Og tað gjørdu tey øll, so har varð eingin uppskrivaður - men afturfyri fekk løgreglan býtt endurskin út ímillum børnini.  

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

21. apríl kl. 16:55

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

24. apríl kl. 15:49

Takk til politisku skipanina: Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár

24. apríl kl. 11:44

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær?

23. apríl kl. 13:55

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

23. apríl kl. 07:42