Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar í Kaldbaksbotni og í Havn. Úrslitið av tí var, at tveir bilførarar fingu bót og klipp í koyrikortið.
Í Kaldbaksbotni fekk ein bilførari bót og klipp fyri at yvirhála - og orsøkin var, at undir yvirhálingini fór hann út um hindrunarstrikuna og skákteigin á vegnum.
Í Havn fekk ein bilførari bót og klipp fyri at koyra á einum strekki við einvegis ferðslu - men hann koyrdi øvugtan veg.
Annars hevur veurð friðarligt. Ein lastbilur punkteraði í Norðoyatunlinum so har mátti løgreglan at beina ferðsluna ígjøgnum eina løtu.
Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið avbera friðarligt.