Ongi úrslit

Tveir bilførarar fáa stórar bøtur

Fleiri bilførarar vórðu tiknir í gjár og serliga hjá tveimum rakar tað hart

Áki Bertholdsen
43 minuttir síðan

Í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar við brúnna um Streymin. Mátingarnar vórðu gjørdar á einum strekki har tað er loyvt at koyra 60.

Men tað vóru sjey bilførarar, sum ikki hildu seg til tað. Fimm av teimum fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra beint yvir 80, og ein misti koyrikortið treytað fyri at koyra 85.

Men serliga ein bilførari varð hart raktur, tí tá ið hann var kannaður, vísti tað seg, at hann hevði einki koyrikort. Hann hevði nevniliga mist tað og tað var ikki so long fráliðin, at hann kundi havt tikið tað aftur.

Men kortini setti hann seg í bilin og sostatt er hann skuldsettur fyri at koyra í frádømingartíðina. Og tað kann verða ein dýr søga, serliga hjá fólki við góðari løn, tí revsingin er ein heil mánaðarløn, eftir skatt, í bót. Minsabótin er 1.500 krónur, skuldi støðan verið tann, at bilførarin onga inntøku hevur.

Upp aftur verri var hjá einum bilførara, sum varð tikin í Havn, tí tá ið hann var kannaður, vísti tað seg, at hann var ávirkaður av rúsevnum.

Og tá ið hann varð kannaður upp aftur gjølligari, vísti tað seg, at hann hevði heldur einki koyrikort.  Hann hevði mist tað einaferð, men ikki fingið upp í lag at taka tað aftur. Og fyrstu ferð tað hendur, er bótin 5.000 krónur - men so fær hann revsingina fyri narkokoyringin oman á.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

16. sepember kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18