Hetta seinasta samdøgurið hevur verið friðarligt hjá løgregluni.
Men í gjáramorgunin hendi eitt ferðsluóhapp á vegnum, beint norðan fyri Kollafjarðartunnilin. Har stoyttu tveir bilar saman og teir fóru so illa, at teir fingu ikki koyrt, men máttu førast burtur - men tað góða var, at eingin fólkaskaði var.
Løgreglan veit ikki, hvussu óhappið hendi, so tað skal kannast. Men í fyribils sær tað út sum at annar bilurin kom av steðgiplássinum til bussarnar, men helt ikki víkiskylduna.
Verður tað endaliga niðurstøðan, verður tann bilførarin skuldsettur, og so kann hann missa koyrikortið.
Og í gjárkvøldið varð ringt at boða frá, at nógvur roykur stóð úr eini garasju í Havn. Sløkkiliðið varð boðsent og tað vísti seg, at tað var eldur í eini skrellispann. Eldurin varð skjótt sløktur, men nú skal kannast, hvussu eldur kom í.