Í gjár ringdu nøkur fólk til løgregluna at boða frá, at teldusníkar, enna eina ferð, vóru upp á spæl.
Í hesum føri høvdu tey fingið boð á Messenger frá einum vini á Facebook.
Boðini vóru skrivað á so góðum føroyskum máli, at tað vóru fólk, sum ikki uppdagaðu, at nakar vandi var á ferð.
Men á Messenger vórðu tey biðin um telefonnummar og kortupplýsingar, tí tey høvdu vunnið ein vinning.
Og løgreglan sigur, at tíverri var tað onkur sum læt seg lumpa og gav upplýsingarnar frá sær. Tað kostaði viðkomandi 1.500 evrur, ella góðar 11.000 krónur, sum tað eydnaðist teldusníkinum at taka av kortinum.
Harumframt hevur onkur mist atgongdina til sín Facebookvanga.
Løgreglan ávarar, enn einaferð, sum ALDRIN, at geva kortupplýsingarnar frá sær, tí fólk verða ALDRIN biðin um hesar upplýsingar, ella aðrar slíkar upplýsingar, á Messenger, ella á SMS, ella teldubrævi, uttan tá ið talan er um svik.
– Hevur tú illgruna um at okkurt er galið, skalt tú - alt fyri eitt - skifta loyniorðini til Facebook og teldupost, ljóða hyggjuráðini frá løgregluni.