Ongi úrslit

Tveir bilar koyrdi á sama seyð

Áki Bertholdsen
28. sepember kl. 11:00

Í gjárkvøldið hendi eitt heldur sermerkt ferðsluóhapp uttan fyri Kollafjarðartunnilin.

Løgreglan sigur, at tá ið ein bilur kemur koyrandi eftir vegnum, ansar hann ikki eftir einum seyði á vegnum. Talan var um ein svartan seyð, so tað gjørdi ikki støðuna betri.

Men úrslitið var, at bilurin rendi á seyðin við so mikið nógvari ferð, at seyðurin varð slongdur eftir vegnum.

Men samstundis kom ein annar, mótkoyrandi, bilur og tað vildi ikki mætari til, at seyðurin endaði fyri honum, so eisini hann koyrdi á seyðin.

Løgreglan sigur, at fólkskaði var eingin, men bilarnir fingu skaða - og seyðurin hann fór rættiliga illa, so úrslitið var, at har mátti sløkkiliðið boðsendast at reinsa og spula vegin aftur.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17