Ongi úrslit

Tvær kvinnur horvnar í Vágum

Áki Bertholdsen
6. sepember kl. 08:59

Løgreglan leitar í løtuni eftir tveimum suðurkoreanskum kvinnum, Soo Jung Park og Soo Yeon Park. Tær eru seinast sæddar í Miðvági týsdagin 2. september á leið klokkan 16.45. Tey eru tey, sum hava við gistingina at gera, sum hava saknað tær, tí tær komu ikki aftur í aftur, og viðføri stendur eftir.

Seinastu telefonupplýsingarnar eru eisini frá týsdegnum klokkan 20.46 og tá vóru tær í økinum nærhendis við Trælanípuna og Bøsdalafoss.

Tær hava asiatiska útsjond, eru 160-170 cm høgar, hava kraftigan kropsbygnað, ljósa húð og hálvsítt svart hár.

Tær vóru í nøkulunda eins klæðum:

- Hvítari, síðari skjúrtublusu

- Svørtum gamassjubuksum

- Hvítum tennissokkum við svørtum strípum

- Svørtum gongustilvum í øklahædd

Um nakar hevur upplýsingar, sum kunnu hjálpa okkum at finna Soo Jung Park og Soo Yeon Park, kunnu ringjast á telefon 351448, sum er løgreglan.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47