Tað var ein eyðmjúkur turkiskur landsliðsvenjari, ið møtti til tíðindafundin á Tórsvølli eftir dystin. Hann byrjaði tíðindafundin við at siga, at føroyska liðið var svangari enn tað turkiska.
– Teir runnu meira enn vit og vildu tað meira enn vit, og tað hava tit alla orsøk at kritisera meg og liðið fyri, sigur turkiski landsliðsvenjarin, Stefan Kuntz.
Men eftir hetta brúkti týski venjarin hjá Turkalandi nógva orku upp á at greiða fyri turkisku miðlunum, at allar tjóðir fara at fáa trupulleikar, tá tað manglar 11 av teimum føstu leikarunum.
– Eg ynski ikki at kritisera mínar leikarar, men talan hevði verið um ein øðrvísi dyst, høvdu meira av teimum føstu spælt við í kvøld, greiðir Stefan Kuntz frá.
Veður og vindur spældi eisini sín leiklut í kvøld, sambært týska venjaranum hjá Turkalandi.
– Keðiliga veðrið her í Føroyum spældi eisini sín leiklut til ósigurin. Men hetta mugu vit taka við, at soleiðis er tað viðhvørt her í Norðuratlantshavi.
Eisini bleiv hann spurdur, um hann hevði undirmett føroyska liðið í kvøld.
– Tað kom ikki óvart á okkum, at føroyingar trýstu okkum so høgt til tíðir. Hetta vistu vit væl frammanundan, svarar Stefan Kuntz stutt og greitt upp á spurningin.
Eisini vildu turkisku miðlarnir hava at vita, hvat hetta tapið merkir fyri Turkaland, og aftur her skyldaði Stefan Kuntz upp á, at hann manglaði 11 av føstu leikarunum.
Turkiska miðlarnir vildu síðan hava at vita, um Kuntz nú var í vanda fyri at verða uppsagdur, nú hann hevur tapt móti lið nummar 142 á FIFA-styrkislistanum.
– Ja, tit kunnu skylda upp á meg fyri dystin í kvøld, men vit endaðu nummar eitt í bólkinum, minnist til tað. Men eg eiti Stefan Kuntz, og tey, ið kenna meg vita, at eg gevi aldrin upp, sigur ein trýstur, men avgjørdur Stefan Kuntz til turkisku miðlarnar.
Eftir hetta handlaði restina av tíðindafundinum um onkra søgu, sum var komin úr Turkalandi, at Stefan Kuntz ikki longur situr tryggur í heita turkiska stólinum, og soleiðis gekk tað aftur og fram í yvir ein hálvan tíma.
Til endans segði Stefan Kuntz, at hann elskar Turkaland, og at hann elskar sítt starv sum turkiskur landsliðsvenjari, sum hann sær sum ein heiður, men tað virkar til, at turkisku tíðindamiðlarnir fara at skriva nógv um Stefan Kuntz komandi dagarnar, og hvørt hann framvegis skal halda fram sum landsliðsvenjari.