Ongi úrslit

Turkiska NATO-loftverjan hevur skotið missil niður

Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Turkiska loftverjan hjá NATO, skeyt í dag tí næstu ballistiska rakettuna niður, sum var send úr Iran og inn í Turkiska luftrúmið.

Turkaland ávarar um, at landið fer at taka neyðug stig móti hesum hóttanum.landið enndurtekureisini harðliga sína ávaring til Iran, um at ssleppast undan stigum, sum seta trygdina í økinum og fyri sivilfólki í vanda. Hettar sigur samskiftisstjórin í turkiska forsetaembætinum sambært Reuters.

Hettar er onnur iranska ballistiska rakettin seinastu vikuna, sum hevur rættað seg móti suðurpartinum av Turkalandi, sum er NATO-limur og granni hjá Iran.

Ankara, høvuðstaðurin í Turkalandi, ávaraði Iran longu leygardagin, men hevur enn ikki lagt upp til, at landið formliga vil heita á Nato-samstarvslond um at stuðla við víðari verju.

Ein talskvinna hjá Nato, Allison Hart, skrivar í einum uppslagi á miðlinum X:

- NATO stendur fast í sínari tilbúgving, at verja øll samstarvslond móti einari og hvørjari hóttan.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Fólkaflokkurin stillar 14 valevni upp í Havn

3. mars kl. 21:18

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

12 tímar síðan