Ongi úrslit

TUNNUSLÁTTUR UMBORÐ Á HDMS HVIDBJØRNEN

SUNNUDAGIN 15. FEBRUAR

Tvøroyrar kommuna
6. februar kl. 16:33

Gamla siðverjan við tunnusláttri umborð á donsku verjuskipunum á føstulávint, á Tvøroyri, livir í ”bedste velgående”. Hóast sera nógv og ,tíverri, vaksandi virksemi á hernaðarliga økinum, so hevur danska sjóverjan funnið tíð til at vitja Tvøroyri og enn einaferð geva børnunum í oynni eina stóra uppliving.

Tiltøkini hava altíð verið sera væl vitjaði og alt hevur gingið upp á stás. Manningin gongur sera høgt upp í at børnini skulu hava ein góðan dag og stuttligt er at síggja, hvussu góður stemningurin altíð er.

Tiltakið fer av bakkastokki kl. 13:00 og heldur fram til kl. 15:00. Manningin letur heilsa, at børn og foreldur eru hjartaliga vælkomin umborð. Bollar, kakao og saft er eisini á skránni, so eingin nýtist at ganga svangur og tystur umborð. Manningin plagar eisini at sýna skipið fram, hesa løtuna meðan tiltakið er.

Tvøroyrar kommuna takkar hjartaliga Arktisk Kommando, Forbindelseselement Færøerne, fyri at halda hesa frálíku siðvenju við líka og bjóðar vælkomin til Tvøroyrar.

Mest lisið hesa vikuna

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

Í gjár kl. 20:55

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12